Rutuflogfarið fór út av breytini í 1975

Tá Danair-rutuflogfarið úr Danmark skuldi lenda á flogvøllinum á Vágum 25. januar 1975 vildi so illa til, at flogfarið ikki fekk steðga vegna hálku á flogbreytini.

Flogskiparin varnaðist ikki, at breytin var hál, fyrr enn flogfarið nærkaðist endanum á flogbreytini.

Hann gjørdi tí av at snara í bakborð út av vøllinum og niðan í hagan. Flogfarið steðgaði einar 25 metrar frá breytini. Skaðin var so stórur, at flogfarið varð ikki sett í stand aftur.

Eingin mansskaði hendi av óhappinum.


Kelda: Myndaárbókin ? árið ið fór 1975