Rutte: Trump skilir týdningin av krígnum í Ukraina

Nýggi aðalskrivarin í NATO, Mark Rutte, óttast ikki, at Trump fer at taka hernaðarliga stuðulin til Ukraina aftur

Aðalskrivarin í Nato, Mark Rutte, vitjaði bretska forsætisráðharran, Keir Starmer, í London í dag. Hann upplýsti við Rutte, at hann ikki óttast fyri, at Donald Trump fer at taka stuðulin til Ukraina aftur. Trump skilir til fulnar, at kríggið í Ukraina eisini snýr seg um trygdina hjá USA, sigur Rutte. - Mynd: Henry Nicholls/Ritzau Scanpix

Útlitini fyri, at Donald Trump kann vinna amerikanska forsetavalið 5. november, hava elvt til fjáltur millum NATO- og ES-londini.

Hinvegin heitir nýggi aðalskrivarin í NATO, Mark Rutte, á evropisku sambandslondini um at taka tað róligt.

Rutte væntar ikki, at Donald Trump fer at taka stuðulin til Ukraina aftur, um hann vinnur valið í USA.

Tað sigur Rutte á vitjan hjá bretska forsætisráðharranum, Keir Starmer, hósdagin í London.

- Eg kenni Donald Trump væl. Eg havi arbeitt saman við honum í fleiri ár í mínum fyrra leiluti sum forsætisráðharri í Niðurlondum.

- Eg veit, at hann skilir fullkomiliga og er samdur í, at kríggið í Ukraina ikki bara snýr seg um Ukraina. Tað snýr seg eisini um framtíðartrygdina hjá USA, sigur Mark Rutte.

Hann leggur dent á, at USA aftur hevur tikið nýggjan stuðul til Ukraina við stuðli frá bæði republikanarum og demokratum.

- So heilt erligt: Lat vera við at stúra fyri einum tíðarskeiði við Donald Trump sum forseta, sigur Mark Rutte.

Hann leggur dent á, at hann eisini er til reiðar at arbeiða saman við Kamala Harris, um hon vinnur valið.

- Frá Washington til San Francisco verður alt USA minni trygt, um Putin vinnur kríggið í Ukraina, sigur Mark Rutte.

Í síni tíð sum forsætisráðharri var hann kendur fyri at samstarva við nógv ymisk politisk mótstøðufólk fyri at fáa úrslit. Óansæð um tað var høgra- ella vinstravongurin í Hollandi ella táverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, var Rutte til reiðar at finna semjur.

Longu tá hann tók við starvinum í farnu viku upplýsti Rutte, at hann hevur eina aðra áskoðan á Trump enn nógvir evropiskir politikarar.

Sambært Rutte hevur Trump havt eina positiva ávirkan á NATO, tí hann hevur verið við til at trýsta evropeisku limalondini móti hægri verjujáttanum og eini nýggjari fatan av hóttanini frá Kina.

- Hann var tann, sum trýsti okkum til at brúka meira uppá verjuna. Tað megnaði hann. Vit eru nú á einum nógv hægri støði, tá tað snýr seg um verjuútreiðslur, enn tá Donald Trump gjørdist forseti í 2017.

- Hann trýsti eisini okkum, tá tað snýr seg um Kina. Og rætt hevði hann, sigur Mark Rutte.

Tá Nato samtykti sína langtíðarstrategi í 2010 varð Kina ikki eingongd nevnt. Tá varð Kina heilt einfalt ikki fatað sum at hava nakran týdning fyri trygdina hjá NATO-londunum.

Tað er broytt, soleiðis at NATO nú fæst við Kina í nýggjastu langtíðarstrategiini.

Her kallar samgongan Kina fyri "eina systemiska avbjóðing til reglugrundaðu altjóða skipanina og til øki, sum hava týdning fyri trygdina hjá samgonguni".

 

/Ritzau/

 

Aðalskrivarin í Nato, Mark Rutte, vitjaði bretska forsætisráðharran, Keir Starmer, í London í dag. Hann upplýsti við Rutte, at hann ikki óttast fyri, at Donald Trump fer at taka stuðulin til Ukraina aftur. Trump skilir til fulnar, at kríggið í Ukraina eisini snýr seg um trygdina hjá USA, sigur Rutte. - Mynd: Henry Nicholls/Ritzau Scanpix