Norðoyastevnan stendur fyri durum, og í útibarnagarðinum í Grøv eru tey sera spent til at sleppa á stevnu. Tað, sum vísir seg at vera afturvendandi í prátinum hjá teimum, er rutsjibanin, sum er nógv tað stuttligasta.
? Á norðoyastevnu plagi eg at spæla. Eg fari í tivoli, og har plagi eg at fiska í fiskibrunninum. Rutsjibanin er stuttligast. Man fer bara niðan ígjøgnum trappurnar, gongur yvir, og so rutsjar man niður, sigur seks ára gamli Símun, sum er ein av teimum, sum gongur í Fjallafípuni.
Við borðið sita nøkur børn. Tey eru øll um seks ára aldur, og tað sæst á gólvinum, at í dag hava tey klipt og límað í langar banar.
Maria er sjey ár.
? Eg veit ikki, hvat eg plagi at gera, sigur Maria, men tá vit spyrja eitt sindur, kemur meira burturúr henni.
? Fiska í fiskidamminum. Eg plagi eisini at fara til kappróður, og í rutsjibanan.
Føroysk klæði
Onkur eigur føroysk klæði av teimum, sum vit práta við.
? Eg eigi bara føroyska húgvu, men eg haldi, at hon er for lítil, sigur Símun.
Irena er seks ár, og hon eigur føroysk klæðir.
? Á norðoyastevnu fari eg í føroysk klæðir. Systkini hjá mær, sum eita Julia og Regin, tey eiga ongi føroysk klæðir, sigur Irena.
? Eg plagi ikki at hyggja eftir fótbólti, og heldur ikki eftir kappróðri. Men eg haldi við Manchester og KÍ, sigur Símun, sum heldur, at hoppiborgin er onki stuttlig.
Men sleppa tit at vera longur uppi tá tað er norðoyastevna?
? Ja, eg sleppi at vera longur uppi. Okkurt um ein hálvan tíma, haldi eg, fortelur Símum væl nøgdur. Hann er tann mest prátingarsami. Diddurnar rundanum borðið eru eitt sindur smædnar.
Vit fara so innar í Nýggjustovu. Har eru børnini eitt sindur yngri, og tey sita og hyggja eftir teknifilmi. Veðrið er eitt sindur illfýsið í dag. Nógv regn, og tey hava verið úti allan fyrrapartin, so meginparturin av teimum hevur fingið karm, so nú er tað ordiliga deiligt, at sita inni og hvíla seg eina løtu.
? Eg havi ongantíð verið á norðoyastevnu fyrr, so tað er ordiliga spennandi, sigur Karsten, sum er fýra ár.
Gudny er eisini fýra ár.
? Eg plagi at vera í føroyskum klæðum á norðoyastevnu. Eg eigi ongi føroysk klæðir, men Rósa, sum er systkinabarnið hjá mær eigur, so eg plagi at læna tey frá henni. Vit plaga at fara í tivoli, og síggja rakettir bresta í luftini, fortelur Gudny væl nøgd.
? Eg ætli mær eisini á norðoyastevnu. Eg havi eisini verið fyrr. Eg ætli mær at spæla, og í tivoli og eisini til kappróður, sigur Andrias, sum yppir øksl, tá vit spyrja um hann ætlar sær at hyggja eftir KÍ.
Tað er eitt sindur ringt at tosa, tí øll vilja fortelja, og tí rópa øll ísenn. Men nú kemur millummálin á borðið. Poppkorn fáa tey í dag, men fyrst fara vit út at taka eina mynd. Børnini renna úr stovuni og uttar í gongina at lata seg í. Onkur má fara í vátan jakka, tí tað regnaði so illa fyrr í morgun. Myndin er skjótt fingin til vega, og vit takka fyri okkum.










