Sum skilst á fólki, sum standa samráðingunum nær, so hevur Framsókn fingið fíggjarmál at umsita. Og tað verður forkvinnan, Ruth Vang, sum verður landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Tað er eisini greitt, at Aksel V. Johannesen verður løgmaður. Nógv meira enn tað tykist ikki vera greitt enn.
Tað er eisini rímuligt vist, at Tjóðveldi fær løgtingsformannin. Tað hevur verið siðvenja seinastu 35 árini, at næststørsti flokkur í samgonguni fær løgtingsformannin, hóast tað eingin regla er sum sigur, at so verður.
Og verður tað Tjóðveldi, so kann tað verða Bjørt Samuelsen, sum verður onnur kvinnan í søguni, sum fer at røkja sessin sum forkvinna í Løgtinginum. Tað gjørdi Marita Petersen frá 1994 til 1996, tá nýggja stýrisskipanin kom í gildi.
Men tað kann eisini gerast Høgni Hoydal, sum verður løgtingsformaður og soleiðis ikki verður landsstýrismaður.
Hetta eru tó meira gitingar – hóast tað er rættiliga vist, at Tjóðveldi fær løgtingsformanssessin.
Men sum Aksel V. Johannesen fleiri ferðir hevur gjørt greitt, so kann alt putlispælið broytast, um tey aftur fara at flyta upp á brikkarnar.
Málið er framvegis at hava alt klárt fyri tingfundin klokkan 10 hósdagin, sum nú er lýstur við hesi skrá:
1 Góðkenning av valbrøvum og valúrsliti
2 Váttan eftir § 8 í stýrisskipanarlógini
3 Val av løgtingsformanni og tilnevning av trimum næstformonnum