Ruth Vang, løgtingskvinna fyri Framsókn, segði í løgtinginum í dag, at samgongan hevur ikki verið nóg sterk til at fara í breitt samstarv við andstøðuna.
Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, hevði sett Ruth Vang munnligan fyrispurning um frádráttin fyri gjald til yrkisfeløg, sum liggur í fíggjarnevndini.
Í kjakinum viðurkendi Ruth Vang, at tað var tungt at fáa mál úr fíggjarnevndini, tí samgongan hevði trupult við at manna meirilutan í nevndini.
Høvuðsorsøkin hevur verið, at Kristin Michelsen ikki hevur viljað skrivað undir øll álit hjá samgonguni, tí hann hevur verið partur av innanhýsisstríði í Javnaðarflokkinum.
Ruth Vang helt, at um tað var so týdningarmikið fyri Bill Justinussen at fáa mál úr fíggjarnevndini, so kundi hann hjálpt til. Bill Justinussen svaraði, at skuldi eitt breitt samstarv verða, so mátti tað ganga báðar vegir.
– Eg hevði viljað, at vit høvdu breiðari samstarv, men samgongan hevur verið so óstøðug, at vit hava ikki verið før fyri at gera breiðar semjur. Hevði okkara lið verið meira stabilt, hevði borið betri til at gjørt breiðar semjur, segði Ruth Vang.









