Ruth og Robert á Lakjuni í Fuglafirði

Ein heilsan til diamantbrúðarparið:

Sum árini koma, eru tað nakrar myndir, sum fløða fram í hugan, bæði av einstøkum persónum og støðum, og sum tú aftur og aftur hevur lyndi at dvølja við. Og helst frá einari farnari tíð - .


Ein stillførur drongur kom undir krígnum í læru í Blikk- og Rørsmiðjuni hjá P/f J. F. Kjølbro á Fornagørðum í Klaksvík. Robert æt hann og var úr Fuglafirði, sonur Elisabeth og Pól á Lakjuni, sum í bestu árum doyði brádliga av vanlukku frá einum stórum barnaflokki. Lærumeistari á Fornagørðum tá var gløggi fuglfirðingurin Erling Høgnesen.


Hetta hugfarsliga staðið, á Fornagørðum er nú, sum tilhald, handil og smiðja avtoftað og horvið – alt er nú bara minnir – og talan var ikki bara um eina vanliga blikksmiðju sum so. Tí smiðjan var hendinga væl útgjørd við dreygibonki, sveisitólum og alskyns amboðum og hentleikum til handar til nærum markleysar uppgávur, sum fevndu um alt tá hugsandi: líka frá dyllum, lanternum, skipsmessuútgerð, bakarovnar, gelendarar, luftventilum, royk-hanus’ar, hvalabak til útróðrabátar, takrennur, kopartøk, varma, rør og sanitet og stóru ís-sliskurnar á Kósabrúnni - ikki at forgloyma!


Har vóru fleiri dámligir hegnismenn. Fyri bara at nevna onkrar millum eldra liðið: brøðurnir báðir: Jákup Jacobsen og Karl Jakku Ósá. Og eitt nú Dánjal, Robert, Leivur og Fridtjof (myndahøggarin) umfram Levi, Steinmund, Eyolv o.s.fr..


Og so komu støðugt inn á gólvi ein hópur av inntonktu lokalu “uppfinnarum” við eini vón og væntu um ein beina – at fáa latið síni hugskot í ein handverksligan búnað. Eitt nú “originalar” sum: Óla Jákup Jacobsen við síni slóðbrótandi egningarmaskinu, Erling Laksafoss við oljufýring til sethúsini (tann fyrsta í býnum?) og Eliesar í Bókhandlinum (turkitól til uppvask – fyri sína tíð) o.m.m.a.


Har, ið ungdómur er, er lív og kæti. Fyrsti lærlingur í smiðjuni var Niels Juel Arge og síðani Dánjal hjá Victor úr Fuglafirði, og seinni komu fleiri haðani úr bygdini. Fittir menn, hesir, og góðir handverkarar, men sum hinvegin, kanska, ikki høvdu so lætt við at ganga frá sínum meiningum. So varð hildið. Og tí helt ein skemtari í smiðjuni ein dagin fyri: ”At høvdu fuglfirðingar verið áir, ja, so høvdu teir allir runnið niðaneftir - (!)”


Tað spøkti illa á Fornagørðum. Tað vitstu øll í bygdini. Men, sum Erling so hittinorðað helt fyri, at tað bilti ikki, tí eingin vitsti um at siga, at nakað spøkilsi nakrantíð hevði gjørt nøkrum nakað ilt!


Tað var eitt vakurt og tekkiligt par, sum nakað seinni fór at halda saman, Robert og Ruth, yngsta dóttir Kristionnu (Giddu) og Jens Christian á Gørðum. Ruth arbeiddi tá í handlinum hjá J. Michael Jacobsen, “hjá Kal”, sum var ein høvuðshandil í bygdini og eitt savningarstað fyri ung og eldri.


Og í 1950 varð dupultbrúdleyp hildið á Gørðum, tí umframt Ruth og Robert giftist systir hennara, Hildibjarta, sama dag við Arnholdi Jacobsen. Í heiminum á Gørðum vóru átta systkin: Símun, Elsebeth-Maria (Ebbemia), Hanus, Astrid, John, Jógvan, Hildibjarta og Ruth.


Ruth og Robert fingu fýra børn: Marni, Gidda, Anna og Christina.


Um Robert er at stutt siga, at hann er óvanliga sáttligur og beinasamur maður. Eitt “góðdýr” at umgangast og at arbeiða saman við. Hann hevur – eins og Ruth – eina sera góða sangrødd, stúttur á nótanum og fer sum bassur ein hálvan oktav (ella heilan?) niður um vanligar mansrøddir (!).


Og tey bæði hava í hesi tænastu sungið í sangkóri á stevnum og á møtum í mong ár. Ruth var millum bestu solo-røddirnar í Betesda-kórinum. Og tað var bæði sárt og rørandi at hoyra tey bæði syngja duett saman - uppi yvir børuni hjá einkarsyni teirra, Marna - táið hesin fór til gravar í góðum árum - fyri einum 1½ árum síðani.


Ruth hevur verið ein dyggur stuðul og staðið Roberti við lið øll hesi mongu ár. Parturin hjá teimum báðum í Zarepta og á mongu, mongu ferðunum við margfaldari hjálp til Rumeniu liggur ikki eftir, men tað vita mongu lagsfelagar teirra í trúfesti - meiri at siga frá um - !


Vit verða tíverri ikki heima á hesum stóra degi tykkara, og vilja tí við hesum í takksemi ynskja tykkum og øllum tykkara hjartaliga til lukku við degnum, Harrans signing og alt gott í komandi tíð.


Annelena og Arnstein Niclasen