Ruth og Beinir við el-drivnum spølum

- El-drivin trolspøl eru rættiligt nýbrot innan eitt nú uppsjóvarflotan í Norðurhøvum, sigur Sofus Gregersen hjá KSS í Klaksvík.

Klaksvíkar Sleipistøð (KSS, sum navnið verður stytt) er eitt stórt arbeiðspláss, og hetta er eitt arbeiðspláss við nógvum ymiskum uppgávum og førleikum. Virksemið er vaksið nógv seinnu árini. Í 2013 vóru umleið 35 mans til arbeiðis hjá fyritøkuni - og í dag eru teir umleið 60.

 

KSS hevur nógv góð samstørv, bæði her heima og uttanlands og eitt, sum teir eru rættiliga spentir upp á, er samstarvið við sponku fyritøkuna, Ibercisa í Vigo, sum hevur drúgvar royndir í at framleiða spøl og deksmaskinarí annars til fiskiskipaflotan.

 

- Ibercisa er ein av heimsins fremstu framleiðarum av el-drivnum trolspølum, sum er rættiligt nýbrot innan eitt nú uppsjóvarflotan í Norðurhøvum. Í Hirtshals fiska eitt nú Ruth og Beinir við el-drivnum trolspølum.

 

Sofus Gregersen sigur, at KSS umboðar framleiðsluna hjá Ibercisa í Føroyum, Danmark, Íslandi, Noregi, Svøríki, Stórabretlandi, Írlandi og í Grønlandi.

 

- El-spælskipanir til fiskiflotan eru eitt frambrot, og í dag fiska nógv skip kring heimshøvini við slíkari spælskipan. Stóri eftirspurningurin kemur eitt nú av teimum eyðsýndu fyrimununum umborð, umframt stóru fíggjarligu fyrimununum.

 

Sofus Gregersen vísir á, at el-spølini krevja minni generatororku, tí framleidda orkan verður munandi betri gagnnýtt. Hetta merkir, at raksturin verður bíligari - og útlátið verður minni.

 

- Við tað, at eingi hydraulikrør skulu leggjast til spølini, verður eingin oljudálking á dekkinum, sum kann standast av lekum ella brekum. Arbeiðsumstøðurnar á dekkinum verða rúmligari, og larmurin frá spølunum er næstan eingin, leggur hann aftrat.