Ruth Kjeld er ættað úr Nord Trondelag í Noreg. Orsøkin til, at hon kom til Føroya var, at hon í 1950 hitti Viggo Kjeld til eitt jóansøkuhald í norsku sjómanskirkjuni í Edinburg. Hon var har við abba sínum, sum var hóvmeistari við norskum skipi. Viggo var í Edinburg við føroyskum trolara.
Árið eftir flutti hon til Føroya – sjálvan tjóðardag Noregs, 17. mai.
Ruth og Viggo Kjeld, sum er ættaður úr Funningsfirði, búsettust í Klaksvík, men fluttu seinni til Havnar. Tey fingu synirnar Edvard og John Kjeld.
Viggo Kjeld andaðist í 1997, 81 ára gamal.