Ruth er fødd í Danmark, men flutti sum smágenta við familjuni til Miðvágs. Hon giftist til Klaksvíkar, har hon í út við 40 ár arbeiddi á posthúsinum.
Ruth er fødd í Mørup í Jyllandi, har mamma hennara, Esther, var ættað. Pápin, Henning Ellefsen, var ættaður úr Miðvági, sonur Sámal og Hannu Ellefsen. Henning fór til Danmarkar at læra til bygningssnikkara og tá hann hevði frí, var hann og vitjaði beiggja Esther, Victor Madsen, sum hevði verið í Kanada saman við pápa hansara. Soleiðis komu Esther og Henning at kennast, og í 1945, tá kríggið var av, flutti tey til Føroya at búgva. Esther og Henning Ellefsen fingu tvey børn, Ruth í 1939 og John í 1944.
Í Miðvági búði familjan fyrst á Dalbø og síðani uppi á loftinum á Snikkaraverkstaðnum. Sum heilt ung arbeiddi hon í handli í Miðvági. Síðani fór hon í húspláss á Argjum, og sum 17 ára gomul fór hon til Danmarkar fyrst í húspláss og síðani á háskúla. 20 ára gomul flutti hon aftur til Føroyar og fekk arbeiði á posthúsinum í Havn.
Tá Ruth var 22 ár, fluttu foreldrini, Esther og Henning, til Grønlands at arbeiða. Henning doyði í Grønlandi í desember 1972 og varð grivin í Miðvági í februar 1973. Esther flutti til Keypmannahavnar, har hon búði, til hon andaðist í 2003.
Í 1964 giftist Ruth við Petur Hansen úr Garðinum í Klaksvík. Petur er sonur Hansinu og Esbern Hansen (í Garðinum). Hóast Ruth og Petur vóru uppvaksin í hvør sínum enda av landinum, kendust tey longu sum børn, tí ein arbeiðsgenta hjá Hansinu og Esbern var úr Miðvági, og hon plagdi at taka fitta smádreingin við sær í summarfrí. Ruth og Petur fluttu Í 1965 til Klaksvíkar, har Ruth skjótt fekk bjóða avloysarastarv á posthúsinum. Petur, sum fylti 75 fyrr í ár, var maskinsmiður. Tey fyrstu árini silgdi hann úti, seinni fekk hann sær verkstað, sum han rak, til hann mátti leggja frá sær vegna vánaliga heilsu. Ruth og Petur eiga trý børn, Hannu, Esbern og Rúna, og ommubørnini eru átta í tali. Dóttirin, Hanna, býr í Klaksvík, Esbern býr í Hoyvík og Rúni er búsitandi í Stokholm í Svøríki.
Ruth arbeiddi á Klaksvíkar Posthúsi, inntil hon fór frá vegna aldur fyri trimum árum síðani. Hon var nærløgd og góð við sítt arbeiðspláss og sínar starvsfelagar. Í dag eru tað uttan iva umsorganin fyri ommubørnunum, sum fyllir mest hjá Ruth. Men hon dugir eisini at seta tíð av til annað, tað verið seg tiltøk í samkomuni, Betesda, hugnakvøld saman við bindiklubbanum ella uttanlandsferðir saman við vinkonum.
DH