Alibáturin Rutt hjá Bakkafrost hevur seinastu vikurnar verið til umvælingar og høvuðssýn hjá MEST í Havn.
Umframt ávíst stálarbeiði og aksiltrekk, er ymiskt annað arbeiði framt. Alibáturin er eisini sandblástur og málaður í eini av hallunum hjá MEST.
- Tað var júst í Havn, at alibáturin varð smíðaður í 2001, siga tey á MEST og vísa á, hvussu snøggur báturin nú er í mun til, hvussu hann sá út fyri sandblásing og máling.