Nótaskipið Ruth, sum føroyingar í Danmark eiga, fer ætlandi at fiska fyri 100 milliónir krónur í ár Ruth, sum hevur loyvi at fiska sild og makrel, hevur havt eitt gott ár í ár, og sambært norska blaðnum FiskeribladetFiskaren fer skipið ætlandi at landa fyri 100 milliónir krónur í ár.
Ruth hevur keypt kvotur frá øðrum skiipum og er sambært eigarunum tað skipið í Danmark, sum hevur tað størsta avreiðingarvirðið.
Ruth er skrásett í Hirtshals, og tað eru teir báðir Mikkjal Godtfred og Óli Nattestad, sum eiga skipið.