Nýggjasta nótaskipið hjá P/F Næraberg, nótabáturin Ruth, ið felagið keypti frá felagnum A/S Ruth, har føroyingurin Gullak Madsen er ein av høvuðseigarunum, fór í dag á beding á Tórshavnar skipasmiðju.
Sostatt styttist til, at nýggja kann seta kós móti sínum nýggja heimstaði í Klaksvík.
Áður hevur reiðarin í felagnum, Hanus Hansen, kunngjørt, at Ruth skal avloysa Slættaberg. Ruth tekur tó yvir við navninum Slættaberg, men fer framyvir at sigla undir nýggja navninum Norðingur.
Tað var fyrr í mánaðinum, at reiðarin í P/F Næraberg segði við Norðlýsið, at felagið hevði keypt Ruth.
Tá segði Hanus Hansen, at ætlanin er at fiska makrel, svartkjaft og sild, umframt ídnaðarfisk í Norðsjónum.

Her er nótaskipið á veg upp á beding.
Ruth á beding í Havn

Her er nótaskipið á veg upp á beding.

Her er nótaskipið á veg upp á beding.

Her er nótaskipið á veg upp á beding.

Her er nótaskipið á veg upp á beding.

Her er nótaskipið á veg upp á beding.

Her er nótaskipið á veg upp á beding.