Rutan er klár

Ein mánaður til marathon-renningina, og nú hevur Bragdið fingið altjóða góðkenning til teinin, sum er neyvt 42.195 metrar

Marathon

Tað hevur áður verið frammi, at Føroya fyrsta marathon-renning verður fyriskipað í summar. Leygardagin, 19. juli, fer kappingin av bakkastokki, og í Bradginum, sum skipar fyri kappingini, hava tey úr at gera, til tess at fáa allar fyrireikingar greiddar.
Fyri góði viku síðani vóru soleiðis tveir íslendingar á vitjan hjá Bragdinum, og grundað á egnar royndir við Reykjavíkar Marathon, kunnaðu teir so føroysku vertirnar nakað um, hvussu teir høvdu valt at fyriskipa renningina.

Ein partur av arbeiðinum hjá hesum báðum í sambandi við vitjanina var eisini at máta neyvt, hvussu langur teinurin er. Tað er nevnliga ikki bara so, at ein teinur á einar 42 kilometrar verður stungin út í kortið, áðrenn rennararnir verða sendir avstað.
Teinurin skal vera neyvt 42.195 metrar, og fyri at tryggja hesum er tørvur á altjóða góðkendum rutuuppmátarum. Sighvatur Dýri, ið var annar av gestunum, hevur altjóða góðkenning, og saman við fyrireikarunum frá Bragdinum syrgdi hann so fyri, at rutan er í lagi. Hetta er at kalla stórarbeiði. Vanliga verður roknað við, at tað tekur einar fýra dagar at máta rutuna upp, og seinasti krossurin varð heldur ikki settur á blaðið fyrr enn fáar tímar undan fráferðini hjá teimum báðum.
At rutan nú hevur altjóða góðkenning, er altavgerandi fyri framtíðina hjá kappingini. Ætlanin er nevnliga, at talan skal verða um afturvendandi tiltakt, og vónin fyri komandi árini er, at fleiri útlendskir rennarar ? kanska í altjóða flokki ? eisini skulu koma hendavegin.
Í stuttum kann sigast um rutuna, at hon byrjar við einum 5,8 km longum teini kring sjálvan Miðbýin í Havn. Eftir hesa rundrenning, har øll hava møguleika at vera við, verður tað álvara, tá marathon-rennaranrir halda fram. Runnið verður nú úr Miðbýnum oman móti Kongabrúnni, yviri við Strond og síðani eftir Hvítanesvegnum líka til Kaldbaks. Har verður vent, og eftir at hava runnið sama teinin heimaftur, er sjálvt málið at finna í Miðbýnum.