Lat meg greiða frá. RUT er ikki ein sera fitt kona, men ein stytting fyri "Rengøring, Underhåll og Tvætt" - tað vil siga tað er ein tænasta, ið allir sviðar kunnu nýta og landið betalur helvtina av útreiðslunum.
RUT varð sett í verk, tá tey bláu - Moderaterna, Folkpartiet, Centerpartiet og Kristdemokraterna - komu til valdið 2006. Áðrenn tað var tað vanligt, at fólk høvdu vaskihjálp, og flest øll, ið starvaðust innan hesa vinnu, gjørdu tað uttan at gjalda skatt.
RUT hevði við sær, at vinnan gjørdist lóglig, og at hesi fólk nú bæði eru umfatað av trygging og eftirløn. Samstundis hava nógv fleiri fólk ráð at hava hjálp, tí tey skulu einans gjalda helvtina av tí, tað kostar.
Centerpartiet, ið er ein av flokkunum, sum hevur havt hetta sum aðalmál, sigur, at RUT hevur skapt yvir 10.000 størv. Og bláa síðan hevur gjørt púra klárt, at RUT er komin fyri at verða.
Hví vilja so Sosialdemokraterna, Vænsterpartiet og Miljøpartiet avskaffa RUT?
Eitt argument er, at tað bara eru rík stórbýarfólk, ið nýta RUT. At hava vaksihjálp kostar umleið 300 krónur um tíman - og vilja tey kritisku verða við, at 150 krónur um tíman hevur ongin vanligur palleba ráð at gjalda.
Eisini halda tey, at tað er ov dýrt fyri svenska statin at gjalda helvtina av tí, tað kostar at fáa hesa hjálp.
Ein nýggj kanning vísur, at 66% av svium vilja hava RUT at verða verðandi. Hvat týdningurin av hesum hevur fyri valúrslitið, síggja vit helst sunnudagin.
Stóribeiggin
Stóribeiggi RUT eitur ROT. Tað er ein stytting fyri "Reparation, Ombyggnad og Tillbyggnad". Tað vil siga, at sviar kunnu fáa hjálp frá timburmonnum og øðrum, og staturin stendur fyri helvtina av lønini. Á sama hátt sum RUT. Einasti munur er, at ROT eru allir flokkar samdir í at vilja varðveita, og tí er ROT ikki ein líka stórur spurningur í hesum valstríði.
Ein annar stórur spurningur er ognarskatturin. Tá tey borgarligu tóku yvir í 2006, varð ognarskatturin tikin burtur. Hetta jublaðu øll tey, ið eiga hús í miðstaðarøkjunum um, tí skatturin er grundaður á virðið á husunum, og tað er oftani sera høgt í størstu býunum.
- Vit fáa 15.000 krónur meir at gjalda um mánaðin, um Mona Salin frá Socialdemokraterna verður statsministari, segði ein av grannunum í einum barnaføðingardagi fyri nøkrum vikum síðani.
Hon og maðurin búgva í einum húsum frá 1970-unum, men eftirsum tey liggja nær við miðbýin, er virðið høgt, og tí verður ognarskatturin eisini høgur.
Hvat hon velur sunnudagin, nýtist eg ikki at spyrja!
Samstundis sum RUT og ognarskatturin er tað, ið vanligt fólk tosa mest um, eru tað arbeiði til øll - eisini tey ungu - ið formennirnir fyri flokkarnir leggja dentin á.
Arbeiði
Arbeiðsloysið er høgt millum ung í Svöríki og lova báðar síður at gera nógv fyri at fáa tey ungu inn á arbeiðsmarknaðin.
Kanningar, nú nakrar dagar áðrenn valið, vilja verða við at sitandi bláa stjørnin verður verðandi á trúnuni.
Spurningurin er, um ikki tað er RUT og lítlibeiggin ognarskatturin, ið vera tey, sum avgera valið.









