Rustviðgerin góðkend av Teknologisk Institut og FDM
Ivan Johansen Bilar var fyrsta fyritøka sum tók sær av at rustviðgera bilar í Føroyum tíðliga í sjeytiárunum. Fyritøkan hevur gingið á odda innan hetta økið øll árini við dagførdum amboðum og nútímans hølisviðurskiftum til rustviðgerð
Livitíðin hjá einum bili er sum oftast treytað av hvussu væl rustviðgjørdur hann er, sigur Kaj Boetius, sum stendur fyri rustviðgerini hjá Ivan Johansen Bilum. Kaj hevur drúgvar royndir við at rustviðgera bilar. Hann er útbúgvin sertifikatsveisari, og hevur luttikið á skeiðum fyri sproytuoperatørar hjá Teknologisk Institut í Danmark.
Kaj sigur, at bilar sum teir hava rustviðgjørt, hava verið hjá FDM í Danmark til eftirkanningar. Har var onki at viðmerkja, arbeiðið var væl úr hondum greitt.
Tað er Dansk Teknologisk Institut sum stendur fyri hesum eftirkanningunum, ið kallast VKO-R (Værksteds Kontrol Ordning vedrørende Rustbeskyttelse). Dinitrol rustviðgerðin er góðkend av Teknologisk Institut og verður tilmæld av FDM.
Til hvørt einstakt bilmodell eru kort við nágreiniligum upplýsingum um konstruktiónina á bilinum, og hvørji amboð ið skulu brúkast. Alt verður gjørt eftir forskriftunum, sigur Kaj Boetius og leggur afturat, at rustviðgerð er í stóran mun ein spurningur um álit. Tað er sjáldan ov seint, men ongantíð ov tíðliga at fáa bilin rustviðgjørdan.