Fótbóltur
Sum annar av heilt stóru FM-favorittunum vistu tey í HB-húsinum, hvat kravið var undan fyrsta heimadystinum í Vodafone-deildini.
Trý stig skuldu fáast til høldar móti B68, og tá dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð, var hetta eisini úrslitið. Men ávegis vórðu heimaáskoðararnir hildnir á pínubeinkinum, og toftamenn høvdu sum so eisini góða orsøk at iðra seg um úrslitið av dystinum.
Deyðbóltar kostaðu
Gestirnir vóru nevnliga leikliga omaná stóran part av dystinum. Frá byrjan var greitt, at B68 sum so ikki kendi tað sum sína skyldu at koma til Havnar at undirhalda áskoðarunum við bergtakandi álopsfótbólti. Og hóast HB fekk nógv pláss at spæla á á miðvøllinum, so mgnaði heimaliðið sum so heldur ikki at skapa sær tað heilt stóra.
Toftamenn dugdu hinvegin væl at seta ferðina upp, tá kontra vórðu sett ígongd, og tað tók teimum ikki nógvar minuttir, áðrenn eitt av hesum gav úrslit. Øssur Hansen, sum við sínum 38 árum brilleraði á vinstra bakki, kom sær niðan við í álop, og tá millimetur-neyva innleggið fekk bæði Rana D. Christiansen og Símun Rógva Hansen at ivast, stútaði Dánjal Pauli Højgaard púra róliga bóltin í netið til 1-0.
Spælgongdin hóvaði avgjørt ikki HB-venjaranum, og longu eftir 28 minuttum framdi hann fyrstu útskiftingina, tá ein sjónliga vónbrotin Bjarni Jørgensen varð tikin út.
Uttan iva ein avgerð, sum nógv hveptu seg við, men tað tók ikki innskifta Milan Kuljic langa tíð at gera vart við seg. Toftamenn løgdu ikki so í markeringarnar, tá Rasmus Nolsøe sendi fríspark innfyri, og so kundi Kuljic stýra bóltinum í netið til javnleik.
Og talan var aftur um deyðbóltsstu, tá HB legði seg á odda. Toftamenn vildu fegnir havt fríspark í støðuni, men tað endaði alt við, at bólturin eftir hornaspark støkk út móti Rógva Poulsen, sum við einum dreymahøggi sendi bóltin í meskarnar.
Brotssparkið
Seinni hálvleikur gjørdist í fleiri mátar enn meir tamur enn hin fyrri. HB hevði nú ikk fyri neyðini at trýsta tað minsta, og fram til seinastu 20 minuttirnar ella so hendi lítið og einki.
Tað noyddi gestirnar at satsa, og ein góða løtu hóttu teir veruliga við at eta seg aftur í dystin. Størsta møguleikan av øllum fingu teir, tá Øssur Hansen byrjaði álop niðri við egnan brotsteig, og har alt endaði við, at bæði Øssur sjálvur og Dánjal Pauli Højgaard gjørdust mest sum púra leysur. Alt endaði tó við, at bólturin støkk á stólpan, eftir at málverjin í fyrstu atløgu hálvbjargaði, og lítla løtu seinni var HB veruliga á sigurskós.
Upprunaligi stútarin frá Hans á Lag átti kanska betri lagnu, tá fyrsta veruliga gjøgnumspælda HB-álopið endaði við drønstútar á tvørtræið. Men tað líktist einum sera tunnum brotssparki, tá Poul Jóhannus Justinussen og Hans á Lag kappaðust um at røkka returinum. Tað í sjálvum sær fekk øði í gestirnar, og teir blíðkaðust einki serligt, tá Eiler Rasmussen dømdi nýtt brotsspark, eftir at Petur Meinhard Magnussen traðkaði dekan ov langt út úr málinum, áðrenn hann bjargaði royndini hjá Andrew av Fløtum.
Og so kundi talan vælr verið um ordiligan stórsigur eftir hetta. Gestirnir mistu fullkomuliga luftina, og í einum trimum førum spældi HB seg fram til rimmar møguleikar, sum tó ikki vórðu gagnýttir.
Tað gav at enda væntaðu myndina, har HB fekk sær ein á pappírinum tryggan sigur. Men tað er eingin ivi um, at spælið skal lyftast heilt nógv komandi dystirnar, um siðvanda felagið aftur í ár vil spæla við í gulldystinum.