Hondbóltur
Tað hevur ikki so nógv verið spælið á vøllinum, sum hevur eyðkent Stjørnuna seinastu tíðina. Heldur hevur tað verið mangul upp á sama, nú liðið tvær ferðir á rað hevur verið rakt av avlýsingum. Nakað sum hevur fingið bæði spælarar og venjara at ilskast um, at vantandi dystarvenjingin kundi raka liðið meint, nú nakrir truplir dystir stóðu fyri framman.
Og fyrstu løtuna á Giljanesi tóktist eisini nakað at vera um hetta tosið. Søljan legði bragdliga frá byrjan. Tær stríddust væl í verjupartinum, soleiðis at Stjørnan ikki slapp framat, og í álopspartinum royndu tær at halda høvdið kalt.
Og tað gav eisini at bíta. 10 minuttir gingu, áðrenn Stjørnan skoraði fyrstu ferð, og tó at tað nú tóktist ganga framá, so stóð 9-3 á talvuni, tá tveir triðingar av hálvleikinum vóru farnir.
Stjørnan hevði tá júst gjørt nýtslu av sínum time-out, og so fingu tær brádliga ferð á. Verjuspælið fór knappliga at ganga nakað væl betri, seks málum upp á eins nógvar minuttir, vóru tað nú brádliga tær, sum vóru á odda.
Orkan á muni
Fram til steðgin gekk so nakað javnt á, og søgan var hin sama, fyrsta góða korterið eftir steðgin.
Seinastu løtuna kom tó til sjóndar, hví Stjørnan í løtuni er liðið, sum hini skulu vinna á, um vónir skulu gerast um nakað gullmerki. Sum tær so ofta áður hava prógvað tað, so hevur liðið bæði neyðugu orkuna og nóg sterkar nervar, tá farast skal undir seinasta partin av dystinum.
Fimm mál á rað at kalla pumpaðu bæði luft og sjálvsálit úr Søljuni, og so var leyst og liðugt. Stjørnan hevði enn einaferð avgjørt ein hondbóltsdyst seinasta korterið, og við hesum sigrinum er helst einki at ivast í, at tær í hvussu so er enda næstovast, tá grundspælið skal gerast upp.
Um endastøðan so verður heilt ovast, fara fyrst og fremst heimadysturin móti VB og útidysturin móti Neistanum at gera av.
Hjá Søluni tykist spurningurin hinvegin vera, hvørt liðið skal megna at bjóða Neistanum av í stríðnum um bronsukrónurnar. Enn eiga tær so heimadystin móti Neistanum á í grundspælinum, og tann dysturin fer ivaleyst at geva eina heilt góða ábending í so máta.
Fakta um dystin
Søljan-Stjørnan 19-25 (11-12)
Málskjúttar
Søljan: Lina Andriulyte 8(2), Heidi Maria Akselsen 3, Nicoleta R. Hansen 3, Arnleyg Haraldsen 2, Hertha J. Simonsen 2, Fía Selma Nielsen 1
Stjørnan: Una Olsen 6, Joan M. Djordjevic 6, Annika Ljósstein 4(4), Beinta Joensen 3, Anna Kristina Samson 2, Louisa Andreasen 2, Katarina Stepanov 1, Bára S. Klakstein 1
Brotskøst: Søljan 6, Stjørnan 4
Útvísingar: Søljan 4, Stjørnan 2
Dómarar: Kristian Johansen & Dánjal Samuelsen.









