John Johanesen, formaður í uttanlandsnevnd Løgtingsins fer á tingfundi í morgin at spyrja løgmann, um russlandssáttmálin ikki átti at verið viðgjørdur í uttanlandsnevndini.
Hann spyr løgmann, um hann kann greiða frá, hvussu hann tulkar grein 54 í stýrisskipanarlógini, ið áleggur landsstýrinum at ráðføra seg við uttanlandsnevndina, áðrenn avgerðir verða tiknar, ið hava stóran uttanlandspolitiskan týdning?
- Kann løgmaður greiða løgtinginum frá, hvørjar yvirskipaðar reglur, ið landsstýrið hevur fyri, hvørji mál av uttanlandspolitiskum slag eiga at verða løgd fyri uttanlandsnevndina hjá løgtinginum, áðrenn niðurstøða verður gjørd?
- Heldur løgmaður, at mál av slíkum slag, sum nýliga staðfesta fiskiveiðuavtalan við Russland áttu at farið í uttanlandsnevndina til ráðførslu, áðrenn landsstýrið tók støðu?
Johan Johannesen vísir á, at í grein 54 í Stýrisskipan Føroya er ásett, at “Løgtingið velur millum løgtingsmenn eina uttanlandsnevnd við sjey limum, sum landsstýrið ráðførir seg við, áðrenn avgerðir verða tiknar, ið hava stóran uttanlandspolitiskan týdning.”
Hann reisir tí spurningurin, um ein broyting í fiskiveiðuavtaluni millum Føroyar og Russland, har føroyska svartkjaftakvotan lækkar 53 prosent og harvið hevur avgerandi broytingar við sær fyri vinnumynstrið, er ein avgerð, ið hevur so mikið stóran týdning, at landsstýrismaðurin átti at ráðført seg við uttanlandsnevndina, áðrenn avgerð varð tikin.
- Í øllum førum ber til at staðfesta, at eingin politisk viðgerð hevur verið av málinum yvirhøvur. Landsstýrismaðurin segði sjálvur í Degi og Viku, at hann ikki hevur luttikið í samráðingunum, men at tær eru farnar fram á embætismannastigi. Og sum formaður í uttanlandsnevndini kann eg staðfesta, at landsstýrið hvørki hevur ráðført seg við uttanlandsnevndina ella kunnað nevndina um gongdina í málinum, sigur John Johannessen.
Hann heldur, at málið er so mikið avgerandi, at tað hevði uppiborið eina politiska viðgerð, áðrenn endalig støða varð tikin. Somuleiðis haldi hann, at landsstýrið í hesum føri átti at ráðført seg við uttanlandsnevndina sambært grein 54 í stýrisskipanarlógini og harvið fingið neyðuga mandatið frá parlamentarisku skipanini at tikið støðu út frá. John Johannessen sigur eisini, at tað hava verið smærri mál enn hetta til ráðførslu í uttanlandsnevndini.
- Grundað á gongdina í hesum máli skjóti eg upp, at løgmaður ger greiðar leiðreglur til landsstýrisfólkini um, hvussu tey skulu tulka grein 54 í stýrisskipanini, soleiðis at tey í framtíðini ikki staðfesta millumlandaavtalur uttan neyðuga mandatið frá parlamentarisku skipanini, sigur John Johannessen í munnliga fyrispurninginum hjá Kaj Leo Johannesen, sum verður svaraður á tingfundi í morgin.