Í Russlandi sleppa kvinnur framat

Einki annað land hevur so nógvar kvinnur í leiðandi størvum sum Russland

Ráðgevarafelagið Grant Thornton hevur hugt eftir, hvussu tað gongst kvinnum at sleppa fram at leiðandi størvum í 26 ymsum londum. Kanningin umfataði 6900 fyritøkur í Amerika, Evropa og Asia.
Úrslitið vísir, at Russland er nummar eitt, tá tað snýr seg um at loyva kvinnum framat. Har sita kvinnur í leiðslunum í 89 prosentum av landsins fyritøkum. Á næsta plássi eru Filips-oyggjarnar við 85 prosentum, og síðani kemur USA við 75 prosentum.
Ringast stendur til hjá teimum niðurlendsku og pakistansku kvinnunum. Har hava bara 27 prosent av fyritøkunum eina ella fleiri kvinnur í leiðsluni.
Verður hugt at øllum nevndar- og leiðarasessunum, er Russland framvegis á odda. 42 prosent av øllum nevndar- og stjórasessum har eru mannaðir við kvinnum. Her kom Japan á niðasta pláss. Har hava kvinnurnar bara 7 prosent av nevndar- og stjórasessunum.