Russland: - Vit eru álopin

Eitt universitet á Krim-hálvoynni, sum liggur út í Svartahavið, er bumbað, og í minsta lagi 10 fólk eru deyð.

Eitt universitet í býnum Krech á Krim-hálvoynni, sum liggur út í Svartahavið, er sambært russisku myndugleikunum vorðið bumbað.

 

Russisku myndugleikarnir siga, at talan kann vera um eitt yvirgangsálop. Í minsta lagi 10 fólk eru deyð, og 50 eru særd.

 

Talsmaðurin hjá Vladimir Putin, Dmitry Peskov, sigur sambært tíðindastovuni AP, at álopið verður kannað sum eitt yvirgangsálop.

 

Russland innlimaði Krim-hálvoynna í 2014, og hetta hevur ført við sær, at Evropa og USA hava sett í verk revsitiltøk móti Russlandi, tí tey meta framvegis Krim sum ein part av Ukraine.

 

Leiðarin á universitetinum sigur sambært BBC við eina lokala sjónvarpsstøð, at vápnaðir menn gingu runt á skúlanum og skutu eftir fólki.

 

Sum skilst, samanber skúlaleiðarin hendingina við álopið á ein skúla í Beslan í 2004, tá stívliga 300 fólk doyðu í einum skúla í býnum.

 

Fleiri tíðindastovur vísa til vitni, sum greiða frá, at tey fyrst hoyrdu eina spreinging og síðan fleiri hvøllar brestir. Russiski talsmaðurin, Sergei Melikov, heldur, at spreingingin stavar frá heimagjørdari bumbu.