Russland vísti vald við flogførum

Russland vildi vísa sína styrki, tá tvey russisk flogfør í morgun fóru úr altjóða loftrúmi inn yvir Norðsjógvin.

 

Tað heldur Esben Salling Larsen, sum er hernaðargreinari hjá danska Verjuakademinum.

– Tað er Russland, sum sendir eitt signal um, at landið eisini kann raka okkum aftanífrá, sigur hann.

Tvey donsk F-16 stríðsflogfør vórðu send á flog fyri at eyðmerkja tey russisku flogførini.

Tað upplýsti danska verjan á sosiala miðlinum X, fyrr Twtter.

Flogførini fóru ikki inn í dansk loftrúm.