Russland vil ikki vápnahvíld: Álopini halda fram

Sagt verður frá eldum fleiri staðni í ukrainska høvuðsstaðnum eftir russisk dronu-og rakettálop á býin í nátt

 

Seinastu dagarnar hava russar framt fleiri hørð álop á býir í Ukraina, og fleiri fólk hava latið lív í álopunum, harímillum fleiri børn.

 

Í nátt lupu russar aftur á við dronum og rakettum, og hesaferð var tað ukrainski høvuðsstaðurin, Kyiv, sum stóð fyri skotum.

 

Í nátt eydnaðist ikki russum at beina fyri fleiri ukrainum - ella grannum. Trý fólk fingu løstir, og fráboðanir eru um eldar í fleiri økjum í Kyiv. 

 

Ukrainsku myndugleikarnir siga seg sambært Reuters hava skotið niður 40 av 109 dronum og 13 av 23 rakettum.

 

Fríggjadagin varð býurin, Kryvyj Rih, álopin, og hetta er heimbýurin hjá ukrainska forsetanum.

 

Í álopinum, sum rakti eitt íbúðarøki og eitt spælipláss hjá børnum, lótu í minsta lagi 18 fólk lív, harav níggju børn.

 

- Spreingingar eru í høvuðsstaðnum. Loftverjan er í gongd. Haldið tykkum í bumburúmunum, skrivar borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, á Telegram tíðliga í morgun.

 

Borgarstjórin leggur aftrat, at eldar eru í fleiri býarpørtum, og álopini halda fram.

 

Loftávaringar hava verið í stórum pørtum av Ukraina í nátt.

 

- Tað er bara ein orsøk til, at hetta heldur fram. Russland vil ikki hava vápnahvíld. Hetta síggja vit, og heimurin sær hetta eisini, skrivaði ukrainski forsetin á Telegram um vikuskiftið.

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/russar-drupu-niggju-boern-i-heimbynum-hja-zelenskyj

 

##med2##

 

 

 

 

 

Fólk, sum selja á gøtuni í Kyiv, seta sínar vørur út, meðan roykur sæst frá spreingingum