Russland vil eftirmeta ST-samstarvið

Tað líkar ikki russum, at tað nú er upp á tal, at ST, Sameindar Tjóðir, fer at senda serfrøðingar til Ukraina.

Uppgávan verður at kanna eftir, um dronurnar, sum russar brúka í Ukraina, eru framleiddar í Iran.

 

Hetta kann gerast við at kanna dronurnar, sum antin eru niðurdotnar ella eru skotnar niður av ukrainska herinum.

 

Tað er tíðindastovan Reuters, sum í dag ber hesi tíðindi.

 

Russiska varaumboðið í ST hevur sagt, at Russland fer at eftirmeta samstarvið hjá landinum í ST, um serfrøðingar verða sendir til Ukraina í hesum ørindum.

 

Dmitrij Poljanskij segði tó ikki, hvat samstarv í ST talan verður um, at Russland vil eftirmeta.