Russland verður meiri ágangandi í framtíðini

Amerikanski uttanríkisráðharrin ávarar um, at Russland verður meiri ágangandi bæði úti og heima í framtíðini

Condoleezza Rice heldur, at viðurskiftini millum Russland og Vesturheimin eru næstan líka spent sum undir Kalda krígnum.

Í einari røðu, sum hon helt í gjárkvøldið, segði Rice, at tann seinasta tíðin vísir, at russisku myndugleikarnir brúka sítt vald innanlands, samstundis sum teir eru vorðnir meiri ágangandi uttanlands.

Rice ávaraði Russland ímóti at reka ein politikk, sum kann avbyrgja landið frá umheiminum. Um Georgia-kreppuna segði hon, at teir dagarnir vóru daprir fyri Russland og heimin, men hon legði afturat, at USA fer ikki at slaka fyri Russlandi.