-Vit eru sannførdir um, at tann iranski trupulleikin kann ikki loysast við hermegi. Tað letur seg ikki gera. Vit hava sæð, hvussu trupult tað er at loysa trupulleikarnar í Irak við hermegi, og spurningurin um Iran er uppaftur truplari, sigur Aleksander Losjukov við blaðið Vremja Novosti.
Hann sigur, at eitt hernaðarátak ímóti Iran fer at gera støðuna í Miðeystri uppaftur verri, enn hon er, og at eitt tílíkt átak fer at elva til stóra mótstøðu frá tí muslimska heiminum.
Um ein mánað hittast umboð fyri londini við Kaspiska Havið at umrøða ymisk viðurskifti av felags áhuga, og hesaferð verður fundurin í iranska høvuðsstaðnum Teheran.
- Eg veit ikki, um amerikanararnir ætla at bumba tann kaspiska fundin, men eg vænti ikki, tí tað hevði givið teimum álvarssamar trupullerikar, sigur Aleksander Losjukov við russiska blaðið.
George W. Bush, forseti, hevur fleiri ferðir hótt við hernaðaratgerðum ímóti Iran fyri at fáa landið at sleppa sínum kjarnorkuætlanum, men Samuel Bodman, orkumálaráðharri, segði í ST í gjár, at USA fer at royna at loysa trætuna við samráðingum. Tað sama segði Robert gates, uttanríkisráðharri, fyrradagin, men hann skoytti tó uppí, at allir møguleikar standa opnir.










