Føroyska U18-landsliðið hjá kvinnum luttekur í hesum døgum í European Open-kappingini í Göteborg í Svøríki. Í gjár spældu Føroyar heili tveir dystir. Fyrst ímóti Spania - hesin dysturin endaði 19-12 til Spania. Í seinna dystinum gekk tað væl betur í hond hjá føroyingunum at verja, tí at enn einaferð skoraði føroyska landsliðið 12 mál, men hesaferð rakk tað til sigur. Eftir ein sannan gysara vunnu Føroyar nevniliga 12-11 ímóti Kekkia.
Í dag sluppu føroysku genturnar undan at spæla tveir dystir, men avbjóðingin bleiv kortini ikki minni. Dagsins mótstøðulið var Russland, sum telist ímillum heilt sterku hondbóltstjóðirnar í Evropa.
Tað gekk hampiligt í fyrra hálvleiki, har munurin á liðunum fyri tað mesta var lítil og ongin. Russararnir dróðu tó eitt sindur frá at enda og fóru til hálvleiks við einari leiðslu upp á trý mál - 10-7.
Í seinna hálvleiki var ikki nógv veiggj í Føroyum - kanska vóru tað báðir dystirnir í gjár, sum sótu ov tungt í beinunum á føroysku leikarunum. Í seinna hálvleiki eydnaðist tað bert Føroyum at skora trý mál, meðan Russland skoraði heili 12. Sostatt vann Russland dystin heili 22-10.
Talan var um triða bólkaspælsdystin. Harvið hava føroysku genturnar higartil vunnið ein av trimum dystum. Niðanfyri síggjast málskjúttarnir hjá Føroyum í dagsins dysti:
Føroyar-Russland 10-22 (7-10)
Føroyar: Marianna Geirsdóttir Eystberg 3, Tóra Eliasen 2, Súna Krossteig Hansen 1, Rannvá Dahl Hanusson 1, Siw Matras 1, Magna Tórðardóttir 1, Maria Halsdóttir Weyhe 1.