Russland var á eggini til kjarnorkuvanlukku

Tá eldur kom í ein russiskan kavbát beint fyri nýggjár, vissaðu russisku myndugleikarnir umheimin um, at eingin vandi var fyri geislavirknum leka. Nú skrivar eitt russiskt vikublað, at fleiri langtberandi rakettir við hvør sínum fýra spreingiløðingum vóru umborð á kavbátinum, tá eldur var í honum. Blaðið hevur upplýsingarnar frá fleiri týðandi persónum í herflotanum, skrivar Politiken.

Hildið verður, at 16 rakettir vóru umborð á kavbátinum, og at allar vóru løddar við fýra kjarnorkuløðingum. Reuters skrivar, at vóru løðingarnar farnar í luftina, hevði tað elvt til ta ringastu kjarnorkuvanlukkuna síðani Tjernobyl.

Tað var tann 29. desember, at eldur kom í kavbátin, sum var í dokk á einari skipasmiððju í Norðurrusslandi. Eitt samdøgur seinni bleiv kavbáturin koyrdur undir sjógv, og tá sløknaði eldurin. Eingin mansskaði hendi.