Maria Zakharova, talskvinna hjá russiska uttanríkisráðnum.

Russland um Danmark:- Fær avleiðingar

Maria Zakharova sigur, at tað fer at fáa avleiðingar fyri Danmark, um landið fer at seta russum avmarkingar fyri at sigla í donskum sjógvi.

Maria Zakharova, talskvinna hjá russiska uttanríkisráðnum.

- Um Danmark avmarkara rættin hjá russiskum skipum at siga gjøgnum Eystursjógvin, verður tað tikið sum ein fíggindalig "handling".

 

Tað sigur talskvinnan hjá russiska uttanríkisráðnum, Maria Zakharova, sambært tíðindastovuni, Reuters.

 

Hon leggur aftrat, at ein slík møgulig avgerð fer at fáa eitt russiskt aftursvar, men hon sigur einki um, hvat svarið verður.

 

Sambært donsku verjuni er tað púrasta vanligt, at russisk skip sigla gjøgnum danskan sjógv, men nú er upp á tal at seta russkum avmarkingar.

 

 

 

Maria Zakharova, talskvinna hjá russiska uttanríkisráðnum.