Russland svarar aftur

Russland hóttir nú við at svara aftur, um Pólland loyvir amerikanarum at seta partar av rakettverjuskipanini upp har

Russland fer ikki at sita hendur í favn, um polsku myndugleikarnir fara at loyva amerikanarum at seta partar av teirri ætlaðu rakettverjuskipanini upp á polskari jørð.

-Tað kann koma upp á tal at seta Iskander-rakettir upp í Hvítarusslandi og at lata stríðsflogfør hava støð har og í Kaliningrad, sigur russiski sendiharrin í Hvítarusslandi, Aleksandr Surikov, við tíðindastovuna Interfax.

USA hevur ætlanir um at seta tíggju rakettstøðir upp í Póllandi, og tær eru ætlaðar at skjóta álopsrakettir hjá fíggindum niður. Men russar meta rakettirnar sum eina hóttan, og russisku myndugleikarnir hava sagt, at teir fara at koma við einum hóskandi svari, um amerikanararnir gera álvara av ætlanini at seta rakettirnar upp í Póllandi.

Aleksandr Surikov sigur við Interfax, at Russland fer ikki at seta kjarnorkuvápn upp í Hvítarusslandi, men at Russland fer at útbyggja sítt hernaðarliga virksemi í Hvítarusslandi.

Hvítarussland er granni hjá Póllandi og Litava, og bæði londini eru partar av amerikonsku rakettverjuætlanunum.