Russiski forsetin, Dmitrij Medvedev, gav í dag fyrrverandi ST-aðalskrivaranum Kofi Annan fullan stuðul frá russisku stjórnini til at fáa frið í Sýrialandi. Teir báðir hittust í Moskva í dag, og sambært keldunum segði russiski forsetin, at semingsroyndin hjá Kofi Annan er tann seinasti møguleikin at sleppa undan borgarakríggi í Sýrialandi.
Kofi Annan kom til Russlands í gjár at tosa við russisku leiðsluna um støðuna í Sýrialandi. Higartil hevur Russland styðjað sýriska forsetan, Bashar al-Assad, men í seinastuni hava verið tekin um, at Russland hevur havt hug at leggja eitt ávíst trýst á hann.
Úr Moskva fer Kofi Annan til Beijing, har hann skal tosa við kinesisku leiðararnar týsdagin um viðurskiftini í Sýrialandi.










