Russland sigur seg vilja samstarva við altjóða kjarnorkustovnin, IAEA, um ein trygdargeira kring hertiknað kjarnorkuverkið Zaporizjzja har eysturi í Ukraina.
Verkið verður sagt at vera hitt størsta í Evropa.
Tað var hertikið av russum tíðliga í krígnum. Verkið liggur beint við Dnipro-ánna, og á hinari síðuni av ánni eru tað ukrainar, sum hava ræðið.
Tískil liggur kjarnorkuverkið at kalla beint á hermótinum millum stríðandi partarnar um hesar leiðir.
Leiðarin fyri altjóða kjarnorkustovnin, Rafael Grossi, hevur í tveimum umførum, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina, vitjað á verkinum.
Í dag var Rafael Grossi á fundi í Kaliningrad við umboð fyri russiska kjarnorkufelagið, Rosatom.
Leiðarin í altjóða kjarnorkustovninum hevur leingi ávarað um, at bardagarnir í økinum kunnu enda við einari kjarnorkuvanlukku.
Tí hevur Rafael Grossi í fleiri mánaðir roynt at fingið stríðandi partarnar at ganga við til, at ein trygdargeiri verður skipaður kring verkið, Zaporizjzja.
Síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina fyri meira enn einum ári síðan, hevur verkið ikki framleitt streym, og reaktorarnir hava verið stongdir.
Neyðugt er tó, at verkið hevur streym fyri at halda týdningarmiklu niðurkølingarskipanunum í gongd. Verkið fær streym frá eitt nú dieselgeneratum.
Tað er tiðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag, og her verður sagt, at Russland nú stuðlar einum trygdargeira um stóra kjarnorkuverkið.











