Russland telist millum heimsins størstu útflytarar av náttúrugassi, og tað eru fleiri lond í Evropa, sum eru rættiliga bundin at russiska gassinum.
Bulgarsku myndugleikarnir upplýsa, at russisku myndugleikarnir frá í morgin at rokna fara at steingja fyri gassveitingini til Bulgaria.
- Vit fingu í dag eina ávaring um, at veitingin av náttúrugassi frá Gazprom steðgar hin 27. apríl, upplýsir vinnumálaráðið í Bulgaria í dag.
Í Bulgaria verður sagt, at landið hevur hildið allar skyldur sambært sáttmálanum. Øll gjøld eru farin til tíðina og í samsvar við galdandi sáttmála.
Bulgaria er rættiliga nógv bundið at russiskum gassi.
Upplýsingarnir um, at Russland nú eisini steingir fyri gassveitingini til Bulgaria, koma stutt eftir, at Pólland hevur fingið somu boð úr Russlandi.
Sambært útlendskum miðlum, sum eitt nú tíðindastovan NTB endurgevur, steingir Russland eisini fyri gassveitingini til Póllands í morgin.
Russland hevur sagt, at gjaldið fyri gassið hjá Gazprom hereftir skal gjaldast í rublum, men tað vilja londini ikki, tí tey meta, at hetta er avtalubrot.
Pólska felagið, sum keypir gass úr Russlandi, sigur, at Russland fremur brot á sonevndu Yamal-avtaluna, og tí fer landið at krevja endurgjald frá Russlandi.
Tað var longu í mars, at Russland hótti við at steðga gassveitingunum til Evropa um londini, sum keypa russiskt gass, ikki vilja gjalda við rublum.
Pólski forsætisráðharrin, Mateusz Morawiecki, rópar boðini um gassstongsul úr Russlandi fyri eina "hóttan", sum hann tekur til.
- Kanska roynir Russland at sekta Pólland við at steingja fyri gassveitingunum, men vit hava nóg mikið av gassi á goymslu til at klára okkum, sigur hann.
##med2##












