Høgtstandandi persónar í russiska fótbóltssambandinum hava seinasta árið lufta tankan, at Russland skal fara burturúr evropeisku fótbóltssamgonguni, UEFA og heldur fara uppí asiatisku fótbóltssamgonguna, AFC.
Men í dag hevur russiska fótbóltssambandið samtykt at fara frá ætlanini at fara uppí AFC, og heldur vera verandi í UEFA.
Varaforsetin í russiska fótbóltssambandinum, Akhmed Aydamirov sigur í samrøðu við russisku tíðindastovuna, TASS: - Russland er Evropa. Vit samdust um ikki at gerast partur av asiatisku fótbóltssamgonguni. Tað bleiv einmælt samtykt, sigur Akhmed Aydamirov.
Russiska fótbóltssambandið er orsaka av russisku innrásini í Ukraina útihýst frá at taka lut í kappingum hjá UEFA, og tí var tað, at tankin føddist at fara uppí asiatiska fótbóltssamgonguna, men nú eru russar so farnir frá tí ætlanini.