USA hevur heitt á Iran um at gevast við at selja Russlandi dronur. Iran sigur seg annars vera neutralt í krígnum, sum Russland eirindaleyst fremur móti grannalandi sínum.

Russland skeyt 17 iranskar dronur móti Ukraina í nátt

- Russiska loftverjan hevur eisini skotið eina ukrainska dronu niður yvir Krim-hálvoynni í nátt, veit Reuters at siga.

 

USA hevur heitt á Iran um at gevast við at selja Russlandi dronur. Iran sigur seg annars vera neutralt í krígnum, sum Russland eirindaleyst fremur móti grannalandi sínum.

Russland skeyt síðstu nátt 17 dronur móti Ukraina, harav 15 vórðu skotnar niður.

 

Tað upplýsir ukrainska loftverjan í morgun.

 

Sambært loftverjuni vóru hetta dronur av slagnum, Shahed, sum Russland keypir úr Iran.

 

Ógreitt er, hvat hendi við teimum báðum dronunum, sum tað ikki eydnaðist Ukraina at skjóta niður.

 

Reuters, sum ber tíðindini í morgun, veit ikki, hvørji málini hjá russisku dronunum vóru.

 

Í øðrum tíðindastubba í morgun verður sagt, at russiska loftverjan hevur skotið eina ukrainska dronu niður.

 

Hendan varð skotin niður yvir Krim-hálvoynni í nátt.

- Her vóru eingir skaðar og eingin oyðilegging, veit russiska verjumálaráðið at siga á Telegran í dag.

 

Tað var í 2014, at Russland gjørdi innrás á Krim og tók hálvoynna frá Ukraina.

 

 

 

USA hevur heitt á Iran um at gevast við at selja Russlandi dronur. Iran sigur seg annars vera neutralt í krígnum, sum Russland eirindaleyst fremur móti grannalandi sínum.