Russiski talsmaðurin hjá Kreml, Dmitrij Peskov, sigur, at russiski herurin nú hevur tikið býin, Pokrovsk í Donetsk-regiónini, har eysturi í Ukraina, og hann ásannar, at tað hevur tikið eitt ár at fáa eftirlitið við býnum.
Ukraina hevur fyribils ikki gjørt viðmerkingar til útsagnirnar hjá russiska talsmanninum, men ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, viðgekk so seint sum fyrst í hesi vikuni, at bardagarnir kring Pokrovsk framhaldandi vóru harðir.
Russland hevur fleiri ferðir hildið uppá, at herurin hjá teimum hevur kringsett býin, men ukrainskir myndugleikar hava víst hesum aftur.
Russiska fráboðanir um, at landið hevur tikið strategiskt týdningarmikla ukrainska býin, Pokrovsk, kemur dagin fyri, at serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff, í morgin skal hitta russiska forsetan, Vladimir Putin, í Moskva.
Hetta veit www.tv2.no at siga seint í kvøld.
##med2##












