Russiska verjumálaráðið sigur, at russiska loftverjan í nátt hevur skotið 121 ukrainskar dronur niður.
Samstundis sigur ovasti russiski generalurin, Valerij Gerasimov, at russiski herurin tekur seg fram eftir øllum hermótinum í Ukraina.
Sambært generalinum hevur Russland fingið ræðið á 30 posentum av bygningunum í býnum, Myrnohrad, sum er grannabýur til Pokrovsk.
Hetta er tó ikki váttað av óheftum keldum, og Ukraina hevur heldur ikki gjørt viðmerkingar til hesar útsagnir.
Tað er longu ein tíð síðan, at Russland segði seg hava tikið valdið í øllum Pokrovsk-býi, sum landið hevur roynt at tikið tað mesta av einum ári.
Á hinari síðuni hevur Ukraina sagt, at hetta er ikki rætt, og at ukrainski herurin framvegis hevur ræðið í pørtum av Pokrovsk.
Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.











