Russland sigur seg hava rakt ukrainskar flogstøðir

- Russiski herurin hevur lopið á, men tað hevur eydnast ukrainsku loftverjuni at skjóta 30 av 40 krússararakettum niður.

 

Í dag sigur russiska verjumálaráðið, at herurin í nátt hevur lopið á hernaðarligar flogstøðir í ukrainsku regiónunum har vesturi í landinum, Khmelnytskyj og Rivne.

 

- Øll mál vórðu rakt, verður lagt aftat.

 

Í Ukraina siga myndugleikarnir, at russiski herurin hevur lopið á, men at tað hevur eydnast ukrainsku loftverjuni at skjóta 30 av 40 krússararakettum niður.

 

Myndugleikarnir í Ukraina vilja eisini vera við, at russar hava sent tríggjar sonevndar hypersoniskar Kinzjal-rakettir eftir málum í Ukraina.

 

Hetta eru rakettir, sum ferðast skjótari enn ljóðið og kunnu vera truplar at steðga. Einki verður sagt um, hvørt tað eydnaðist at skjóta Kinzjal-rakettirnar niður ella ei.

 

Ukrainsku myndugleikarnir í Khmelnytskyj siga, at eldur kom í eina goymslu við kornfráfalli - nærindis, har russar siga, at ein ukrainsk flogstøð varð rakt. 

 

- Ein leiðari landslutinum Rivne í Ukraina sigur, at her raktu russisku rakettirnar nøkur fá privathús, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.