Russland rósar Ungarn fyri at steðga ES stuðli til Ukraina
Tað eydnaðist hóast alt í gjár hjá ríkis- og stjórnarleiðarunum í ES londunum at fara undir upptøkusamráðingar við Ukraina við at seta forsætisráðharran í Ungarn, Viktor Orbán, uttan fyri hurðina.
Eirikur Lindenskov
Men eingin semja fekst um ein drúgvan stuðulspakka til Ukraina.
– Ungarn – í mun til nógv evropisk lond – verjir á sannførandi hátt síni egnu áhugamál, sum vekir virðing okkum, sigur talsmaðurin hjá Kreml, Dmitrij Peskov.