##med2##
Bæði Føroyar og Noreg hava havt eitt søguliga sterkt samstarv við Russland, og júst Russland var ovast á breddanum, tá løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, hitti norska forsætsráðharran, Jonas Gahr Støre, í Oslo í gjár.
Á FM1 í gjár hitti Árni Gregersen løgmann, og her varð Bárður á Steig Nielsen spurdur, hvat kom burtur úr fundinum við norska forsætisráðharran, og um nøkur ítøkilig úrslit spurdust burtur úr fundinum teirra millum.
- Tað er kanska nakað tíðliga at siga enn, hvørji úrslit kunnu spyrjast burtur úr. Men, vit gjørdu støðuna hjá báðum londunum upp, har Jonas Gahr Støre greiddi frá støðuni hjá Noregi, og eg greiddi frá okkara støðu.
Løgmaður sigur, at teir eisini skiftu orð um viðurskiftini millum Føroyar og Noreg, eins og løgmaður breyð norska forsætisráðharranum á vitjan í Føroyum. Við at trýsta á pílin undir myndini hoyrist samrøðan, sum Árni Gregersen gjørdi við løgmann.