Russland og USA í kríggj í Sýria

Amerikanskir hermenn hava dripið tíggjutals russiskar hermenn í einum bardaga í Sýria

Amerikanskir hermenn hava dripið tíggjutals russiskar hermenn í einum bardaga í Sýria

 

Í 30 ár var kalda kríggið í hásæti og onkuntíð var nær við, at veruligt kríggj brast á millum stórveldini bæði. Kortini vóru tey í vápnaðum stríðið við hvønn annan í óteljandi støðum kring heimin.

 

Síðani jarntjaldið fall tykist friður hava valdað millum USA og Russland, kanska einamest tí at russiski herurin bleiv meint raktur av fíggjarligu kreppuni, sum gamla Sovjettsamveldið stríddist við frá 90’unum og frameftir.

 

Seinastu árini er Russland tó farið at gera meiri um seg aftur og er farið at vísa hernaðarligar musklar. Innrásin í Krimhálvoynna er eitt slíkt dømi.

 

Bæði USA og Russland hava havt stóran áhuga í borgarakrígnum í Sýria og nú er líkt til, at amerikanskir og russiskir hermenn hava verið í beinleiðis stríðið um eitt oljufelt í sýrisku oyðimørkini.

 

Sambært russiskum miðlum endaði tað í einum blóðbaði og vanlukku fyri russarar. Russiskir myndugleikar hava ikki viðmerkt søgurnar, men deyðstølini liggja úr nøkrum og 40 russarum upp í yvir 100.

 

Eftir øllum at døma eru tað russiskir leiguhermenn, í tænastu hjá privata herinum Wagner, sum lupu á eitt oljureinsiverk í Sýria. Wagner hevur tætt tilknýti til Kreml, og er áður umtalað sum loyniligi herurin hjá Vladimir Putin.

 

Sambært russiskum miðlum eru okkurt um 2.500 til 3.000 russiskir privatir hermenn í Sýria, nógvir teirra í tænastu hjá Wagner.

 

Sambært russiskum miðlum lupu russisku hermenninir, sum stuðla Assad-stýrinum, á eitt oljireinsiverk, sum sýriski uppreistrarherurin tók frá IS í septembur. Uppreistrarherurin og kurdiskir hermenn svaraði aftur og russisku styrkirnar máttu søkja sær skjól. Tá lupu tvær amerikanskar hernaðartyrlur á russararnar.

 

Tað er familjan hjá dripnu russisku hermonnunum, sum hevur tosað við russiskar miðlar um álopið, skrivar Aftenposten.

 

Russiska verjumálaráðið og Kreml vísa søgunum aftur og siga, at russiski herurin hvørki hevur givið loyvi til ella luttikið í einum slíkum álopi.

 

Pentagon sigur hinvegin at yvir 100 sýriskir hermenn, sum stuðlaðu Assad, lótu lív í bardaganum.

 

Óttin er nú, at tjóðskaparligar røddir í Russlandi skulu noyða Vladimir Putin at svara aftur á onkran hátt. Hetta kann økja um spenningin bæði í økinum og millum USA og Russland.

 

Kelda: Aftenposten.