Russland og Ukraina samd um at tryggja skipaferðslu í Svartahavi

Sambært Hvítu Húsunum eru Ukraina og Russland samd um at tryggja skipaferðsluna í Svartahavinum.

Yasin Akgul/AFP/Ritzau Scanpix

Russland og Ukraina eru samd um at tryggja skipaferðsluna í Svartahavinum. Tað siga Hvítu Húsini.

Verjumálaráðharrin í Ukraina, Rustem Umyrov, skrivar í einum uppslagi á X, at allir partar eru samdir um at "avtaka valdsnýtsluna og forða fyri nýtslu av vinnuligum skipum til hernaðarlig endamál í Svartahavinum."

Hann skrivar eisini, at londini eru samd um at "menna tiltøk" fyri at steðga álopum á orkuinfrakervið.

Harumframt hevur USA sambært ukrainska verjumálaráðharranum endurtikið sín stuðul til at hjálpa til við at býta um krígsfangar, sivilfólk og tvingsilsflutt ukrainsk børn.

Fyri at fremja avtalurnar, heldur Rustem Umjerov, at fleiri fundir millum partarnar eru týdningarmiklir, soleiðis at semja kann verða um allar smálutir so skjótt sum gjørligt.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyy, segði á tíðindafundi í dag, at hann heldur, at tiltøkini viðvíkjandi orkukervinum og Svartahavinum koma í gildi beinanvegin.

Kreml váttar, at tað hevur samtykt at tryggja skipaferðsluna í Svartahavinum, men sambært AFP, upplýsir, at amerikanska avtalan bert kann koma í gildi, eftir at avmarkingarnar fyri landbúnaðarútflutningi eru tiknar úr gildi.

Sambært Hvítu Húsunum skal USA hjálpa til við at fáa aftur atgongdina hjá russiska landbúnaðarøkinum til heimsmarknaðin og útflutningin av góðkenning hjá Russlandi, sum hevur verið ávirkaður av revsitiltøkum frá nógvum londum síðani kríggið byrjaði.

USA fer framhaldandi at lætta um samráðingarnar um kríggið í Ukraina við báðar partar, siga Hvítu Húsini.

Seinnapartin týsdagin boðaði Kreml frá, sambært russisku statsfíggjaðu tíðindastovuni Tass, at Russland skjótt fer at almannakunngera eina fráboðan eftir fundirnar í Saudiarabia.

Yvirlýsingarnar koma eftir at ukrainsk og amerikansk embætisfólk í dag høvdu stuttar samrøður í Saudi Arabia.

USA hevur havt fundir við Ukraina og Russland hvør sær yvir fleiri dagar.

 

Ritzau/Reuters

 

 

Yasin Akgul/AFP/Ritzau Scanpix