Russland og Ukraina eru samd um Svartahavið

Tað vita tey í Hvítu Húsunum í USA at siga seinnapartin í dag

Sambært Hvítu Húsunum eru Russland og Ukraina í samrøðum við USA gingin við til at steðga álopum í Svartahavinum.

Ukrainski verjumálaráðharrin sigur sambært Reuters, at Ukraina er gingið við til vápnahvíld á havinum og í samband við undirstøðukervið hjá londunum báðum.

Amerikansk samráðingarfólk hava seinastu dagarnar havt samrøður við ávikavist ukrainsk og russisk embætisfólk.

Hesar samrøður hava verið í saudi arabiska høvuðsstaðnum, Riyad, og í gjár søgdu partarnir seg vilja koma við einari felags fráboðan í dag, týsdagin.

Men, í dag frættist, at partarnir vóru ikki samdir um eina felags fráboðan eftir 12 tímar langa fundin á gistingarhúsinum, Ritz-Carlton í  Riyad. 

Í dag vilja tey í Hvítu Húsunum tó vera við, at Russland og Ukraina eru vorðin samd um Svartahavið og undirstøðukervið í londunum báðum.