Russland og Ukraina hava mikudagin býtt um tilsamans 190 krígsfangar í eini avtalu, sum er samráðst um uppá pláss við Sameindu Arabisku Emiratunum sum meklara.
Tað sigur russiska verjumálaráðið.
- Sum úrslit av samráðingunum eru 95 russiskir hermenn sendir aftur úr økjunum, sum Ukraina hevur eftirlit við, skrivar ráðið.
- Afturfyri eru 95 krígsfangar úr ukrainska herinum leyslatnir.
Í einum uppslagi á boðtænastuni Telegram skrivar ráðið, sambært Reuters, at leyslatnu russisku hermenninir í løtuni eru í Hvítarusslandi, har teir eru til læknakanningar.
Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, hevur lagt eitt video á Telegram, sum vísir fleiri menn fara úr einum bussi, har teir verða fevndir av fólki, sum hava bíðað eftir teimum, skrivar Reuters.
Fleiri av monnunum hava í bláa og gula ukrainska flaggið um seg.
- Hvørja ferð Ukraina bjargar sínum fólki úr russiskari fangaskapi, nærkast vit degnum, tá frælsi kemur aftur til øll, sum eru í russiskum fangaskapi, skrivar ukrainski forsetin.
Sambært mannarættindafelagsskapinum Zmina er ukrainski mannarættindaaktivisturin Maksym Butkevytj millum teir leyslatnu ukrainararnar.
Russland og Ukraina hava býtt um fangar fleiri ferðir, síðani Russland fór undir innrásina í Ukraina í februar 2022.
Ofta hava avtalurnar verið samráddar uppá pláss við Sameindu Arabisku Emiratunum, Saudi Arabia ella Turkalandi sum miðlarar.
Sambært ukrainska mannarættindaumboðsmanninum, Dmytro Lubinets, var fangaumskiftið fríggjadagin tað 58. síðani kríggið byrjaði, skrivar Reuters.
Tilsamans eru 3.767 ukrainskir krígsfangar latnir leysir í hesum tíðarskeiðnum, upplýsir umboðsmaðurin.
Seinasta fangaumskiftið millum Russland og Ukraina var í september, tá 206 krígsfangar vórðu býttir um.
Ritzau/AFP