Russland og Bosnia í endaspælið

Portugal og Grikkaland skulu spæla um rættin at taka lut í HM endaspælinum

Fyri fyrstu ferð nakrantíð skal Bosnia-Herzegovina luttaka í HM endaspælinum í fótbólti. Tað varð greitt týskvøldið, tá ið tað eydnaðist á útivølli í Litava at vinna 1-0. Málið varð skorað miðskeiðis í 2. hálvleiki, og sjálvandi var fagnaðurin ógvuliga stórur í bosnisku leguni, tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð.

Grikkaland endaði á øðrum plássi, og harvið skulu grikkar í november spæla tveir dystir um rættin at luttaka í endaspælinum. Í kvøld. Um tað ikki eydnaðist Bosnia at vinna fulla úrtøku á útivølli, so var møguleikin hjá Grikkalandi at vinna bólkin. Uppgávan hjá Grikkalandi kendist vera munandi lættari, enn hon var tað hjá Bosnia. Grikkaland hevði vitjan av Liktinstein, sum fór til hús við 2-0 tapi.

Hóast tað ikki altíð hevur verið so sannførandi, so eydnaðist tað týskvøldið Russlandi at tryggja sær sess í HM endaspælinum. Russland var á vitjan í Aserbadjan, sum ikki verður roknað at eiga serliga gott landslið. Russland legði bragdliga fyri, og tá ið russiska leiðslan var 1-0 og heimaliðið í 2. hálvleiki misti ein mann, tóktist HM vegurin breiður. Men Aserbadjan javnaði í síðstu løtu, og so vóru gestirnir ikki frítt sperdir. Fabio Capello, sum nú er venjari hjá Russlandi, var alt annað enn nøgdur við avrikið hjá liðnum, sum var um at spæla sær av við HM møguleikan.

Undan síðsta umfarinum var Russland trý stig frammanfyri Portugal, sum var einasta hóttanin. Portugal – uttan leikbannaða Ronaldo – átti heimavøll ímóti Luksemborg, og Portugal vann 2-0.

Harvið var tað greitt, at Russland hevur vunnið sær rættin at luttaka í endaspælinum, og at Portugal í tveimum uppgerðum ímóti øðrum tveyara skal stríðast um atgongumerki til HM endaspælið í Brasil í juni 2014.