Mikukvøldið, tá Føroyar og Sveis spældu fyrra dystin sínamillum, vóru eisini tveir aðrir dystir á skránni í okkara bólki.
Bosnia vann í Sarajevo 31-28 á Serbia, eftir at hava havt leiðsluna, 18-14, í hálvleikinum. Og í Trieste í Italia vunnu gestirnir úr Russlandi 34-23 á Itala, eftir at hava havt hálvleiksleiðsluna 18-13.
Nú sætta umfar er á skránni um vikuskiftið, spæla Sveis og Føroyar í annaðkvøld klokkan 18, føroyska tíð, í Appenzell. Seinnapartin sunnudagin tekur Russland í Chekhov ímóti Italia, og sunnukvøldið hevur Serbia heimavøll í Nis ímóti Bosnia.
Eftir at øll liðini hava spælt fimm dystir, er Russland á odda í bólki 2 í EM-undankappingini við átta stigum og Bosnia og Serbia hava sjey stig. Sveis kemur so við fimm stigu, Italia hevur trý og Føroyar enn einki.
Útidysturin hjá Føroyum ímóti Sveis í annaðkvøld, sum verður spældur í Appenzell, byrjar klokkan 18, føroyska tíð, og hann verður at síggja í sjónvarpinum.