Russland kann rokna við at fáa loyvi at gera eina herflotastøð norðaustur-afrikanska landinum Sudan við Reyðahavið.
Í øllum førum eru Russland og Sudan vorðin samd um eina avtalu um slíka støð.
Tað segði uttanríkisráðharrin í Sudan, Ali Yusef Sharif, á tíðindafundi í dag eftir ein fund við russiska uttanríkisráðharran, Sergej Lavrov.
- Vit eru púra samd um hetta málið, og einki stendur í vegin, sigur sudanski uttanríkisráðharrin.
Eftir ætlan skal støðin liggja nærhendis havnarbýnum Port Sudan.
Hugskotið um eina russiska herflotastøð í Sudan hevur verið í áravís.
Hetta fer møguliga at styrkja um nærveruna hjá Russlandi í Afrika. Ein støð í Sudan fer eisini at geva russarum eitt alternativ til herflotastøð, sum teir hava í Tartus í Sýria í løtuni. Tað skrivar Financial Times.
Framtíðin hjá sýrisku støðini er óviss, eftir at fyrrverandi sýriski forsetin, Bashar al-Assad, varð feldur í desember.
Ritzau/AFP