Russland nýggjan stjórnarleiðara

Russiska Dumain góðkendi í dag Viktor Zubkov sum forsætisráðharra. Hann verður kanska forseti seinni Við 381 atkvøðum fyri og 47 ímóti samtykti Dumain í russiska tjóðartinginum í dag, at Viktor Zubkov kann taka við sum forsætisráðharri.

Tað var Vladimir Putin, forseti, sum mælti tinginum til at góðkenna nýggja stjórnarleiðaran, og eygleiðarar í Moskva halda, at Putin ætlar at fáa Zubkov at stilla upp á russiska forsetavalinum í mars næsta ár.

Í gjár segði Viktor Zubkov, at hepnast tíðin sum stjórnarleiðari væl, er tað ikki óhugsandi, at hann fer at stilla upp til forseta næsta ár.

Viktor Zubkov hevur ongar politiskar royndir. Hann hevur verið embætismaður í Skt. Pætursborg.