Russland hevur mest sannlíkt avlýst landsins stóri hernaðarvenjing, sum fleiri ferðir áður er hildin undir heitinum Zapad.
Tað skrivar bretska verjumálaráðið í dagligu dagføringini um kríggið í Ukraina.
Zapad skuldi eftir ætlan verið í september og verið hæddarpunktið í hernaðarvenjing í árinum.
Talan er um eina »felags strategiska venjing«.
Sambært bretska verjumálaráðnum hava skuffandi úrslitini hjá russiska herinum í Ukraina tó verið við til at seta fokus á, at venjingarnar hava avmarkað venjingarvirði og meira eru fyri at síggjast.
Russarar mangla eftir øllum at døma tilfeingi.
– Russland hevur eftir øllum at døma avlýst Zapad 23, tí tað eru ov fáir hermenn og ov lítið at útgerð tókt, skrivar bretska verjumálaráðið.
Russland hevði seinast hernaðarvenjing undir navninum Zapad í september í 2021.
Zapad, sum merkir vestur á russiskum, var fyri tveimum árum síðani hildið við mørkini til hjá Russlandi og Hvítarusslandi vestureftir – onkra staðni nærindis markinum til ES.
Tað skapti stúran hjá bæði ES, Ukraina og verjusamgonguni Nato.
Kríggið í Ukraina byrjaði 24. februar í 2022 og hevur vart í meira enn hálvtannað ár. Tað er í størri mun enn væntað eydnast Ukraina at berjast ímóti innrásini hjá Russlandi, og ukrainar hava eisini fingið stóran hernaðarligan stuðul úr Vesturheiminum.
Verjumálaráðharrin í Ukraina, Hanna Maljar, sigur í morgun, at ukrainskar deildir hava endurtikið býin Robotyne úr syðra Ukraina.
Býurin er í Zaporizjza-økinum, sum er ein av fýra landspørtum, sum Russland undir krígnum hevur hertikið og lýst sum russiskar.
Tað er gjørt eftir fólkaatkvøðu, sum Vesturheimurin hevur fordømt og víst frá sær.
Umframt Zaporizjzja snýr tað seg um Donetsk, Kherson og Luhansk.
/ritzau/