Russland ímóti uppílegging

Kreppan í Libya kann ikki loysast við, at onnur lond leggja seg út í hana. Tað sigur russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov. Hann leggur afturat, at Russland er ímóti allari hernaðarligari uppílegging í Libya.

-Fólkið í Libya má sjálvt loysa kreppuna, sigur Lavrov.

Bretland og Frakland hava boðað frá, at tey eru sinnað at taka undir við umfatandi tiltøkum fyri at fáa enda á bardøgunum í Libya.

Samstundis hava amerikanskir embætismenn sagt, at stjórnin í Washington umhugar eitt uppskot um flúgvibann í libyskum loftrúmi fyri at forða Muammar Gaddafi at brúka flogfør og tyrlur í bardaganum við uppreistrarmenninar.

Amerikanski verjumálaráðharrin, Robert Gates, segði tó í dag, at USA fer ikki at taka lut í nøkrum hernaðarligum tiltaki í Libya, uttan at altjóða samfelagið tekur undir við tí.