Altjóða Antidopingagenturið (Wada) hevur gjørt av at steingja Russland úti frá øllum altjóða ítróttarkappingum í fýra ár. Tað skriva fleiri altjóða tíðindastovur í dag.
Harvið sleppur Russlandi eitt nú ikki við til OL í 2020 eins og vetrar-OL í 2022.
Russisk ítróttarfólk, sum kunnu prógva, at tey eru ósek – millum annað við ikki at hava verið partur av dopingætlan, kunnu taka lut í stórum ítróttartiltøkum sum OL. Men tey skulu kappast undir uttanveltaðum flaggi.
Wada upplýsir sambært miðlinum Inside The Games, at avgerðin er einmælt samtykt.
AFP hevur fingið eina stutta viðmerking frá talsmanni fyri Wada.
– Allur listin við tilmælum varð einmælt samtyktur, sigur talsmaðurin.
Ein serfrøðinganevnd undir Wada er komin við einum longum lista við tilmælum til hættir, hvussu Russland kann revsast fyri dopingfusk.
Hetta verður gjørt tí at Russland í fleiri ár hevur lagt lítið í antidopingreglarnar og hevur manipulerað antidopingdata, áðrenn dáturnar eru lætnar Wada.
Sambært The New York Times sleppur Russland heldur ikki at halda ella bjóða sær til at verða vertur fyri komandi ítróttartiltøkum næstu fýra árini.
Russland kann heldur ikki taka lut í stórum aljtóða ítróttartiltøkum, sum tl dømis VM í fótbólti í 2022.
Men revsingin fevnir tó ikki um EM í fótbólti í summar, har Russlandi bæði skal vera vertur og er luttakari.
Russland kann kæra avgerðina til Altjóða Ítróttardómstólin (CAS). Tað skal gerast innan 21 dagar, skrivar The New York Times.
/ritzau/

Russland koyrt úr altjóða ítróttarkappingum í fýra ár

